Vil ikki gera avtalu fyrr enn pengarnir koma

Vil ikki gera avtalu fyrr enn pengarnir koma
Kommunufelagið hevur biðið allar kommunur um fyribils ikki at skriva undir avtalur við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar
Kommunufelagið biður limirnar um ikki at geva avtalu við Fíggjarmálaráðið
Mynd: Savnsmynd  
 
01.04.2019 - 12:43

Heitt verður eisini á kommunur, sum longu hava skrivað undir, um at kanna møguleikarnar fyri at seta avtaluna úr gildi aftur.

Tórshavnar kommuna, sum er nógv tann størsta í landinum, gjørdi avtalu um Talgildu Føroyar í desember í fjør. Talgildu Føroyar fara at kosta kommununum 25 mió. kr. um árið.

Kommunurnar mistu 25,3 mió. í 2018

Orsøkin til hetta stigið hjá Kommunufelagnum er tann, sambært felagnum, at kommunurnar hava ikki fingið tær 25,3 milliónirnar, sum tær mistu, tá løgtingið samtykti at sleppa fyritíðarpensjónistum undan skatti.

Hesir pengar eru ikki komnir enn, hóast bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum oftari enn einferð og so seint sum í siðstu viku hava lovað kommununum teir.

Sambært Kommunufelagnum mistu kommunurnar 25,3 milliónir krónur í fjør, og tær missa minst tað sama í ár. 1650 fyritíðarpensjónistar vóru í Føroyum í fjør.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890