Almennu feløgini áseta sína egnu løn

Almennu feløgini áseta sína egnu løn
Almennu partafeløgini skulu sjalvi gera uppskot um lønarpolitikk
Føroya Tele er millum partafeløgini, sum landið eigur
 
02.04.2019 - 12:52

Tað stendur í frágreiðingini um eigarapolitikk landsins, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið fyrrapartin.

Poul Michelsen spurdi, um tað er rímiligt, at ávísir stjórar í almennum partafeløgum fáa væl yvir 100.000 krónur um mánaðin.

Hann svaraði, at vit mugu gera okkum púra greitt, at tað kostar at fáa fólk við góðum førleikum at stýra landsins vinnufyritøkum. Og landsins vinnufyritøkur skulu sjálvandi vera kappingarførar um tey bestu fólkini, segði Poul Michelsen.

Kappingarfør, men ikki førandi

Lønin skal vera kappingarfør, men hon skal ikki vera førandi, hon skal ikki leggja støðið. Tað er galdandi fyri bæði nevndarsamsýningar og stjóralønir.

Poul Michelsen segði, at nevndirnar í almennu vinnufeløgunum gera uppskot um ein samsýningarpolitikk, sum tekur atlit til ábyrgd, arbeiðsbyrðu, samsýningini í øðrum almennum vinnufeløgum og nevndarsamsýningini í øðrum sambæriligum privatum føroyskum vinnufeløgum.

Uppskotið er so, at landsstýrismaðurin leggur samsýningarpolitikkin hjá einstaka vinnufelagnum fyri landsstýrið til kunningar.

Á hendan hátt er møguligt at samskipa samsýningar í landsins vinnufeløgum, sigur Poul Michelsen. Aðalorðaskifti um eigarapolitikkin verður hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. august
Morgunlestur leygardagur 16. august 2025
195379
Fríggjadag 15. august
Vikuskiftið 15 august 2025
195641
Fríggjadag 15. august
Súrligt summar: Fýra summarhitt
195637
Fríggjadag 15. august
RagnarRokk: Chantel McGregor um The Healing
194175
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406