Funningsfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður

Funningsfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður
Samgongan tekur ikki undir við at gera vegin til Funningsfjørð breiðari
Mynd: Wikimedia Commons  
 
03.04.2019 - 15:00

Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Bill Justinussen, Magnusi Rasmussen og Kára P. Højgaard, løgtingsmonnum, um at breiðka vegin til Funningsfjarðar.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mælir til at samtykkja uppskotið, og skrivar í álitinum, at vegurin er høvuðsferðsluæðr til bygdirnar Gjógv, Funning, Funningsfjørð og Elduvík.

Í Funningsfirði er stórt vinnuligt virksemi, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær. Elduvík og Gjógv eru millum mest vitjaðu ferðamál. Nógvir bussar, fullir av ferðafólki, koyra alt summarið til hesar bygdirnar. 

Fleiri víkipláss gerast

Men minnilutin, sum eru samgonguumboðini, mælir frá at samtykkja uppskotið, hóast tey halda, at vegurin ikki er tíðarhóskandi, nú ferðslan á leiðini er økt.

Sambært minnilutanum í Fíggjarnevndini, hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at Landsverk hevur fingið boð um beinanvegin at fara undir at gera ábøtur. Eitt nú skulu fleiri víkipláss gerast. 

Eisini hevur landsstýrismaðurin upplýst fyri Løgtinginum, at tað verður arbeitt við verkætlanini at breiðka vegateinin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985