Fáa nýggjan fúta 1. juni

Fáa nýggjan fúta 1. juni
Evsta mark at søkja er farið, men danska løgmálaráðið vil ikki upplýsa, hvussu nógv hava søkt starvið
1. juni fáa Føroyar nýggjan fúta. Løgmálaráðið vil ikki upplýsa, hvussu nógv hava søkt starvið
 
04.04.2019 - 17:49

Í løtuni eru setanarsamrøður. Tað sigur Nanna Bødker, fulltrúi í løgmálaráðnum, við útvarpið.

Viðkomandi, sum verður settur, skal millum annað vera løgfrøðingur, búgva í Føroyum og í minsta lagi hava arbeitt sum politifulltrúi ella havt annað yvirskipað starv hjá løgregluni í trý ár.

Eisini verður kravt, at viðkomandi, ið verður settur sum fúti í Føroyum, er sjónligur og álitisvekjandi leiðari, og dugir at síggja heildarloysnir. Talan er um tænastumanna- og áramálssett starv í fimm ár.

Lønin umleið 630.000

Lønin er góðar 630.000 um árið, og ein føroyaviðbót, sum er slakar 40.000 krónur um árið. Harumframt verður avtala gjørd um persónliga viðbót og áramálsviðbót, stendur í lýsingini.

Fútin er stjóri fyri løgregluni í Føroyum og ákæruvaldinum í Føroyum. Hann hevur ábyrgd av rakstri og menning innan løgregluna, og hann er eisini stjóri fyri arrestina og hevur ábyrgd av Arresthúsinum í Havn.

Verandi fútin í Føroyum, John Kølbæk, hevur røkt starvið síðani 1. juni í 2013. Hann gevst av persónligum ávum, segði hann við Dimmalætting í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928