Byggja 27 íbúðir á Argjaboða

Byggja 27 íbúðir á Argjaboða
Privat felag hevur sent Tórshavnar Kommuna umsókn um at byggja íbúðarhús við 27 íbúðum á Argjum
 
28.04.2019 - 09:16

27 íbúðir skulu eftir ætlan byggjast á Argjaboða á Argjum í næstum. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn frá einum privatum felagi um at byggja íbúðarhús við 27 íbúðum umframt einum felagshúsi.

Umsóknin er send Tórshavnar Kommunu, tí økið liggur í C3-øki, sum merkir, at tú einans kanst byggja, um tú hevur fingið eina serstaka byggisamtykt.

Tekniski stjórin og býararkitekturin hjá kommununi mæla til at góðkenna uppskotið at gera eina serstaka samtykt til økið, sum loyvir privata felagnum at byggja íbúðarhúsið, treytað av, at umsøkjarin fær loyvi at keypa lendið.

Og mikukvøldið tók eitt samt býráð undir við uppskotinum.

Nýggj kloakkleiðing gerast

Tær 27 íbúðirnar á Argjaboða eru 93 fermetrar hvør og hava trý kømur. Íbúðarbygningurin er umleið 14 metrar høgur og er í 4 hæddum - tríggjar hæddir við íbúðum og ein parkeringskjallari.

Økið er ikki egnað sum íbúðarhús, sum er. Eitt nú metir tekniska deild hjá kommmununi, at verandi kloakkleiðing í økinum, ikki klárar at taka ímóti spillvatni frá 27 íbúðum. 

Tvinnar eru loysnirnar. 

Antin má ein nýggj útleiðing gerast út á streymasjógv ella gera eina nýggja pumpuskipan, sum megnar at pumpa spillvatnið upp í leiðinginia, sum kemur frá útsykkingini undir Kongavarða, sum liggur nakað omanfyri.

"Talan er um lutfalsliga kostnaðarmiklar loysnir, og tað fyriliggja ikki neyv tøl júst nú", sigur Tekniska deildin hjá Kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738