Pompeo avlýsir vitjan í Grønlandi

Pompeo avlýsir vitjan í Grønlandi
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur avlýst vitjan sína í Grønlandi
 
08.05.2019 - 17:50

Eftir ætlan skuldi hann koma til Kangerlussuaq í morgin ári, har grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger, og danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, skuldu standa fyri honum.

Teir tríggiur uttanríkisráðharrarnir skuldu eftir ætlan tosa um trygdarviðurskifti.

Stórar fyrireikingar hava verið í Grønlandi í sambandi við vitjanina, men protokol-stjórin hjá grønlendska Sjálvstýrinum, Jakob Rohmann Hard, kann enn ikki upplýsa, hví vitjanin verður av ongum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, men sambært Sermitsiaq vóru onnur átrokandi mál, sum kravdu, at uttanríksiráðharrin var til staðar.

Iran boðaði í dag frá, at landið tekur seg burturúr pørtum av kjarnorkuavtaluni, og tað kann vera orsøkin til, at Pompeo sum skjótast fór heimaftur til Washington. 

Pompeo vitjaði mándagin og týsdagin í Finnlandi, har aritiskur ráðharrafundur varð hildin. Vitjanin í Grønlandi var partur av rundferð, og Pompeo og hansara fólk skuldu eftir ætlan vitja í Berlin í gjár og London í dag og so Grønland í morgin. 

Vitjanin í Berlin hjá Merkel varð eisini avlýst, og amerikanska sendinevndin fleyg í staðin heim aftur til USA. 

Skrivstovustjórin hjá grønlendska sjálvstýrinum sigur, at amerikanarar hava ikki avlýst vitjanina, men útsett hana.

Mike Pompeo kundi verið fjórði amerikanski uttanríkisráðharrin, sum hevur vitjað Grønland. Fyrr hava Colin Powell, Hillary Clinton og John Kerry vitjað í Grønlandi, skrivar knr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229