Meirilutin í býráðnum misti meirilutan

Meirilutin í býráðnum misti meirilutan
Fólkapensjónistar skulu ikki gjalda fyri reingerð, sum tey fáa frá Tórshavnar kommununu
Meirlutin í Tórshavnar býráði misti meirilutan um reingerð hjá fólkapensjónistum.
 
24.05.2019 - 12:57

Fólkapensjónistar skulu ikki gjalda fyri reingerð, sum tey fáa frá Tórshavnar kommununu.

Tað bleiv úrslitið á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Meirilutin í býráðnum ætlaði annars at taka 300 kr. fyri hvørja reingerð.

Men Jógvan Arge, sum var á býráðsfundinum í gjár fyri Onnu Katrinu Frýdal, atkvøddi saman við minnilutanum, sum hevði broytingaruppskot um at strika brúkaragjaldið. 

Heilsu- og umsorganartænastan fer tað, sum eftir er av 2019, at bjóða fólkapensjónistum, sum ikki sjálvir megna at gera reint, reingerð.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt avtalu við reingerðarfyritøkuna Dveyluna um hetta.

Kommunan hevur sett av 500.000 kr. til royndarverkætlanina í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595