Skulu hava læknaváttan triðja dagin

Skulu hava læknaváttan triðja dagin
Starvsfólk í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy skulu hava læknaváttan um tey eru sjúk í meira enn tveir dagar. Leisturin skal endurskoðast, sigur LUM
 
28.05.2019 - 18:37


Arbeiðir tú í Búð- og Heimatænastanuni í Suðuroy, skal tú hava læknaváttan, um tú ert sjúk í meira enn tveir dagar. 
Men nú skal hendan mannagongdin fyri sjúkrafráveru, sum hevur verið galdandi í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy í tvey ár takast upp til nýggja viðgerð.

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru frá Heilsurøktarafelagnum viðvíkjandi mannagongdunum viðvíkjandi sjúkrafráveru í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. 

Orsaka av óvanliga høgari sjúkrafráverðu broytti stýrið fyri Bú- og Heimatænastuni mannagongdirnar fyri sjúkramelding hjá starvsfólkunum í juli í 2017. 

Heilsufrøktarafelagið fekk boð um hetta frá sínum limum í Bú og Heimatænastuni í Suðuroy í oktober í 17 og í november í 2017 vendi Sigmund Poulsen advokatur sær til stýrið vegna Heilsurøktarafelagið.

Tann 25. januar í 2018 tekur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna. Mannagongdirnar eru ikki í stríð við nakrar reglur á økinum og tær rigga, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum vísir á, at sjúkfrafráveran er farin úr 7,5 prosentum niður í 4-5 prosent síðani nýggja leistin.

Í febuar í 2018 kærir Sigmund Poulsen advokatur málið fyri umboðsmanninum vegna Heilsurøktarafelagið. Sigmund Poulsen førir millum annað fram, at tað er í stríð við fyrisitingarligar grundreglur, løgtingslóg um starvsmenn og at tað er ilt at siga, hvussu hetta ber til í praksis. Haraftrat, at ein læknaváttan ikki ger fólk frísk.

Niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni er, at hóast meginreglan ikki er í stríð við nakra lóg, byggir hon á misálit á starvsfólkini.

Sjúkrafrávera er ofta orsaka av vánaligum trivnaði og stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna hevur ongantíð greinað, hvat orsøkin var til høgu sjúkrafráveruna, vísir Umboðsmaðurin á í síni niðurstøðu. 

Undir viðgerðini av kæruni er komið fram, at onnur átøk hava verið sett í verk til tess at minka um fráveruna, og tað kann vera orsøkin til at sjúkrafráveran er minkað, at trivnaðurin er betur. 

Stýrið eigur tí at taka málið upp til nýggja viðgerð er niðurstøðan hjá Løgningsins Umboðsmanni.

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy skal kunna umboðsmannin um, hvat niðurstøðan av endurskoðaða leistinum verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609