Í morgin verður skotið ígjøgnum

Í morgin verður skotið ígjøgnum
Í annaðkvøld klokkan seks verður seinasta skotið í Eysturoyartunlinum latið av.
 
06.06.2019 - 11:13

Hátíðarhaldið verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tí skotið verður latið av 5.274 metrar inni í tunlinum hvítanesmegin, sigur P/f Eystur og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi.

Av tí at skotið verður latið av so langt inni í tunlinum, verður ikki mett ráðiligt at nógv fólk eru í tunlinum, men hendingin verður víst á stórskíggja í høllini.

Á hátíðarhaldinum bjóðar nevndarformaðurin, Bergur Poulsen, vælkomin, síðani halda Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Niclas Foldbo, ein av verksetarunum, røðu, áðrenn Heðin Mortensen letur seinasta skotið av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891