Innlit fæst ikki í felli á smoltstøð

Innlit fæst ikki í felli á smoltstøð
Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnger ikki, hvussu nógv smolt, Bakkafrost misti í Glyvradali hósnáttina 6. juni
Smolt.
 
25.06.2019 - 12:59

Útvarpið bað um innlit í málið. Heilsufrøðiliga starvsstovan svarar, at eingin alifyritøka gevur henni upplýsingar um fiskaaling á smoltstøðum.

Tað vil siga, at upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan, hvussu nógv smolt, Bakkafrost misti í Glyvradali, viðger hon ikki alifyritøkurnar eins, sigur hon. Bakkafrost hevur havt umbønina um innlit til hoyringar.

Ikki innlit

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki geva innlit, tí talan er um rakstrarviðurskifti og vinnuviðurskifti. Aðrar alifyritøkur kunnu gera sær dælt av hesum.

Tað kann tí fáa fíggjarligar avleiðingar fyri Bakkafrost, um fellið í Glyvradali verður alment.

Ólag í streymveitingin gjørdi, at smolt í Glyvradali doyði um náttina 6. juni. Sambært stjóranum í Bakkafrosti, Regini Jacobsen, doyðu nøkur 100.000 smolt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375