Bretskur sendimaður finst hvassliga at Trump

Bretskur sendimaður finst hvassliga at Trump
Skjøl í trúnaði, har Kim Darroch, bretski sendimaðurin í USA, finst hvassliga at trump, eru nú almannakunngjørd
 
07.07.2019 - 16:29

Óbrúkiligur, ósikkur og óskikkaður. Hesi hvøssu orðini eigur Kim Darroch, bretski sendimaðurin í USA. Og tey eru søgd um Donald Trump, forseta.

Tað er komið fram nú skjøl í trúnaði hjá sendimanninum eru almannakunngjørd.

Sambært Kim Darroch eru Hvítu Húsini bæði dysfunktionel og sundrað undir leiðsluni hjá Donaldi Trump. Eisini finst Darroch hvassliga at Trump í mun til samráðingar hjá USA við onnur lond. 

Aktuella stríðið millum USA og Iran verður eisini nevnt í skjølunum. Darroch sigur, at handfaringin hjá USA mótvegis Iran er ósamanhangandi og kaotisk. 

Bretska uttanríkisráðið kallar almannakunngerðina av skjølunum fyri ónda, men bretska uttanríkisráðið avvísir ikki innihaldið. 

Ein talsmaður hjá bretsku sendistovuni í USA sigur við BBC, at bretska sendistovan í Washington og Hvítu Húsini hava eitt strekt samband, sum ikki viknar, hóast atfinningarnar hjá Darroch mótvegis Trump eru hvassar og nú eisini almannakunngjørdar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444