Dagstovnar kunnu gamaní hava ráðleggingardagar

Dagstovnar kunnu gamaní hava ráðleggingardagar
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna steingir dagstovnar gerandisdagar í samband við ráðleggingardagar hjá starvsfólkum
 
15.07.2019 - 15:57

Klagarin metti, at foreldur hava rættarkrav um ansing allar gerandisdagar, eisini tá ráðleggingardagur er.

Men sambært § 3, stk. 2 hava dagstovnar opið gerandisdagar í dagtímunum, men lógin ásetur ikki, at dagstovnar skulu hava opið hvønn gerandisdag. 

Lógin hevur heldur onga allýsing av, hvat ein gerandisdagur er, og um ávísir dagar, sum til dømis jólaaftan og ólavsøkuaftan, ikki eru at meta sum gerandisdagar. 

Landsstýrismaðurin hevur heimildina

Umboðsmaðurin metti tí, at lógin ikki áleggur kommununum skyldu at hava ansingarpláss til taks allar gerandisdagar í árinum, sum til dømis í sambandi við ráðleggingardagar.

Umboðsmaðurin vísti á, at bæði í § 3, stk. 3 í dagstovnalógini og í § 3 í kunngerð nr. 62 frá 1. apríl 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur heimild til ávikavist at áseta reglur og at góðkenna viðtøkur um virksemið á dagstovnum, millum annað nær hesir hava opið. 

Av tí at eingin kunngerð er gjørd hesum viðvíkjandi, mælir umboðsmaðurin Mentamálaráðnum til at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373