Sektaður fyri at selja sigarettir á Facebook

Sektaður fyri at selja sigarettir á Facebook
Tað er lógarbrot at selja sigarettir í Rótikassanum á Facebook. Tað hevur Føroya rættur staðfest
 
06.08.2019 - 08:00

Ein maður hevur fingið 1.000 krónur í sekt fyri í fjør summar at hava lýst við á Facebook-síðuni Rótikassanum, at tvey kartong av Prince Rich vóru til sølu fyri 500 krónur fyri bæði tvey.

Hetta er brot á roykilógina, sigur rætturin. Maðurin noktaði seg sekan. Men Føroya rættur heldur, at maðurin sýndi stórt óansni, tá hann seldi sigarettirnar uttan fyrst at kanna, um sølan var lóglig. 

Vanliga er sektin fyri brot av hesum slagnum nógv størri enn 1.000 krónur. Vanliga sektin er millum 5.000 og 20.000 krónur.

Men rætturin sigur, at talan er um fáar sigarettir, hetta var fyrstu ferð, at maðurin er ákærdur fyri at bróta roykilógina, lýsingin á Facebook hevði einki vinnuligt endamál og sigarettirnar vórðu seldar myndigum fólki, so alt hetta ger dómin linan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523