Grót úr undirsjóvartunli verður til bø

Grót úr undirsjóvartunli verður til bø
Grótið úr Sandoyartunlinum Streymoyarmegin verður til bø á Velbastað. Avtala er gjørd um ein triðing av grótinum
Í Traðadali í Sandoynni eru sprongdir góðir 200 metrar.
 
12.08.2019 - 10:35

Búnaðarstovan skal umsita pengarnar, 1,65 milliónir krónur, sum Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar skal rinda fyri at sleppa at tyrva grót á festinum hjá Djóna Zakarisi Frýdal á Velbastað.

Festarin fær bø oman á tyrvda grótinum. Hetta verður bøur, sum maskinur kunnu arbeiða á.

Grótið úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin skal tyrvast á Velbastað. Síðani verður bøur gjørdur á tyrvda grótinum.

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar og Búnaðarstovan hava síðst í mai gjørt avtalu um ein triðing av grótinum.

Og ætlanin er eisini at gera avtalu um hinar tveir triðingarnar.

Triðingurin í fyrsta umfari

Tilsamans er talan um 670.000 rúmmetrar av gróti, sum verður lagt báðu megin landsvegin við Breiðá.

Talan er um 113.000 fermetrar av bøi, sum verður lagdur oman á grótið. 

Fyri at sleppa at leggja grótið í festinum hjá Djóna Zakarisi Frýdal og gera maskinbø niðanfyri vegin, fær Búnaðarstovan 1,65 mió. kr. frá Partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.

Hetta er fyri ein triðing av grótinum. 

Festarin fær 80.000 kr. í endurgjaldi fyri mist bit í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862