Ferð komin á boriarbeiðið

Ferð komin á boriarbeiðið
Tilsamans 412 metrar eru boraðir í Sandoyartunlinum síðani boringin byrjaði síðst í juni
Ferð er nú komin á arbeiðið, at bora Sandoyartunnilin. Í Traðardali eru boraðir meira enn 400 metrar
 
03.09.2019 - 17:03

Ferð er nú komin á arbeiðið, at bora Sandoyartunnilin. Í Traðardali eru boraðir meira enn 400 metrar, síðan byrjað varð 27. juni.

Á Gomlurætt varð sett á at bora 14. august. Har eru boraðir góðir 40 metrar. Tilsamans eru nú boraðir 412 metrar, av 10.785 metrum. 

– Lendið, sum borað verður í, er turt og gott, men neyðugt varð at flyta munnan til tunnilin á Gomlurætt áðrenn boringin byrjaði, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum.

Tað fer væntandi at taka umleið hálvttriðja ár, at bora Sandoyartunnilin. Eftir ætlan skal Sandoyartunnilin lata upp fyri ferðslu í desember 2023, skrivar Sandoyartunnilin á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891