Vatnið í Havn er aftur reint

Vatnið í Havn er aftur reint
Øll fólk í Havn kunnu nú aftur drekka vatnið uttan at kóka tað áðrenn, boðar kommunan frá
 
09.09.2019 - 10:09

Vatnið í Havn, Hoyvík og pørtum av Argjum hevur verið dálkað við e-koli bakterium og entrikokkum. Tí hevur verið neyðugt hjá fólki í Havn at kóka vatnið.

Í stórum nøgdum kunnu hesar bakteriur vera vandamiklar hjá eldri fólki og pinkubørnum.

Partar av Argjum høvdu tó ikki fyri neyðingi at kóka vatnið, tí tey fáa vatn úr Fransakelduni, sum hon verður nevnd.

Ikki fyrstu ferð

Bakteriur í drekkivatninum er ein afturvendandi trupulleiki, tá summarið fer at halla. 

Nógva regnið dregur skarn frá seyði og fugli við sær, og reinsiverkið klárar ikki at reinsa alt, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672