New York-flúgving útsett

New York-flúgving útsett
Flúgvingin til New York hjá Atlantic Airways, ið skuldi byrja nú í oktober, er fyribils útsett til vár
Flúgvingin hjá Atlantic Airways til New York, ið skuldi byrja nú, er fyribils útsett til í mars, tí tað tað gongur so striltið, at fáa neyðugu loyvini upp á pláss
 
07.10.2019 - 05:44

Gongur sum ætlað hesa ferð, byrjar flúgvingin til New York í mars mánað. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá flogfelagnum, við útvarpið.

Ætlanin var, at Atlantic Airways skuldi byrja flúgvingina til New York nú í oktober, men arbeiðið við, at fáa tey neyðugu loyvini uppá pláss, hevur verið umfatandi.

 >> SÍ EISINI Ivi um New York-flúgving

Nógv meira umfatandi enn føroyska flogfelagið nakrantíð hevði ímyndað sær, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið.

Vit hava just verið í New York, og nú hava vit fingið játtað pláss í Newark-floghavnini, sum er ein høvuðsfortreyt fyri øðrum loyvum til New York-flúgvingina, sigur Jóhanna á Bergi.

Í fyrsta umfari verður talan um sjey-átta túrar í vár, og eisini sjey-átta túrar á heysti næsta ár, sigur stjórin í føroyska flogfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804