3.000 lastir av tunnilsgróti í hagan

3.000 lastir av tunnilsgróti í hagan
Ein kilometur er longu boraður av Sandoyartunlinum, fjórðingurin av grótinum er tyrvt í hagan við Velbastað
Grótið úr Sandoyartunlinum verður Streymoyarmegin koyrt niðan í hagan á Velbastað, har bøur síðani skal leggjast omanyvir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2019 - 15:51

Tað gongur skjótt at bora Sandoyartunnilin. Sandoyarmegin eru boraðir 734 metrar og Streymoyarmegin eru boraðir 260 metrar av tunlinum.

Í Sandoynni verður tunnilsgrótið lagt í eitt grótbrot, har tað verður goymt til framtíðar verkætlanir. Í Streymoynni verður grótið koyrt niðan í hagan á Velbastað, har bøur síðani skal leggjast omanyvir.

Nógv kjak um grótið

Síðani tunnilsverkætlanin byrjaði, hevur nógv kjak verið um, hvat grótið úr Sandoyartunnlinum skal og kann brúkast til. Ein ætlan var at víðka um vinnuøkið á Gomlurætt, men semja fæst ikki millum tunnilsfelagið og Tórshavnar Kommunu um tað.

Tí verður hagin á Dali á Velbastað grivin upp og fyltur við túsundtals lastum av gróti úr Sandoyartunlinum. Borurin varð settur í á Gomlurætt 14. august, og higartil eru fleiri enn 3.000 lastir av gróti vippaðar í hagan á Velbastað.

 >> SÍ EISINI Sí myndirnar: Her verður grótið úr tunlinum tyrvt

Síðst í juli kærdi býráðslimurin Annfinn Brekkstein loyvið til tyrvingina til Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum beindi kæruna víðari til Yvirfriðingarnevndina. Yvirfriðingarnevndin bað síðani um meira kunning og hana fekk nevndin 7. september. Har tykist málið standa í løtuni. 

Eingin viðgerð fyribils

Peter Flügge, skrivari í Yvirfriðingarnevndini, segði fyri Kringvarpinum stutt eftir hetta, at kæran ikki kundi fáa steðgandi virknað, tí útgangsstøðið var, at loyvi varð givið longu í 2016.

Tí skuldi nevndin fyrst meta um, hvørt málið skal takast upp til nýggja viðgerð, áðrenn nakað annað kemur upp á tal. Eisini segði Peter Flügge, at fundur í fyrsta lagi fór at vera í dag, 10. oktober, har støða skuldi takast til, um málið fær nýggja viðgerð.

Kringvarpið hevur tó fingið at vita, at fundurin í dag er avlýstur, og tí verður ongin viðgerð fyribils. Meira verður at frætta um málið í sendingini Breddin, í útvarpinum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952