Nón

Nón 22.10.19 - Tematýsdagur um sáttmálasamráðingar
22-10-2019
Vit viðgerða millum annað, hvat vit kunnu vænta okkum av komandi sáttmálasamráðingunum og avbjóðingarnar við sáttmálasamráðingum í dag.

1. oktober fóru sáttmálanir hjá 15 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum úr gildi, og hósdagin í síðstu viku byrjaðu sáttmálasamráðingarnar, tá Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fóru á fund.

Seinastu sáttmálasamráðingar fyri tveimum árum síðani, vóru merktar av trimum stórum verkføllum - hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, námsfrøðingunum og ljósmøðrunum.
Men hvat kunnu vit vænta av komandi samráðingum, hvørjar eru avbjóðingarnar hjá samráðingarpørtunum at koma fram til nøktandi semjur fyri báðar partar, og riggar skipanin nóg væl?

Tosað hevur verið um at gera eina nýggja lønarskipan, men hendan er ikki komin á mál. Men hví er tørvur á einar slíkari og hvørjir eru vansarnir og fyrimunirnir.

Hetta eru millum spurningarnar vit viðgerða í hesum tematýsdagin í Nón um fakfeløg og sáttmálasamráðingar, har vit lýsa evni í fortíð, nútíð og framtíð.

Vit tosa við: Súna Selfoss, fomann í Starvsmannafelagnum, Ole Jensen fomann í Akademikarafelag Føroya og Óluvu í Gong forkvinnu í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Eisini kemur Jan Mortensen, samráðingarleiðara hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, í útvarpsstovuna.

Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum í løtuni skrivar bók um Føroya Arbeiðarafelag, greiður frá um søguna hjá føroysku fakfelagsrørsluni, og avbjóðingar í dag og í framtíðini. Turið Debes Hentze, løgfrøðingur og mediator, umrøður tað at mekla, og eisini spyrja Johnny í Grótinum hvat løn er og hví lønin hjá ymsum stravsbólkum er sum hon er.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022