- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tað er sikkurt onkur, sum fær ilt eitt vist stað av tí, men eg føli, at tey fáa pengarnar aftur...
Katrin Ottarsdóttir, sum býr í Danmarki, fær listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins næstu trý árini. Hon hevur eisini fingið listafólkaløn undanfarnu trý árini, og tað er hon ovurfegin um.
- Tað hevur alt at siga, eg havi slett ikki orð fyri, hvussu gott tað er, sigur hon.
Katrin hevur fleiri verkætlanir í gongd, millum annað tvær bøkur og so eina sonevnda grafiska skaldsøgu.
- Tað, sum eg savni meg um beint nú, tað er ein skaldsøga, sum er framhald av fyrru skaldsøguni, Gentan í verðini. Hendan sama gentan er nú vorðin eini 16-17 ár, gongur í studentaskúla, og teir persónarnir, sum vóru við í fyrru bókini eru eisini við, men teir eru meira í útjaðaranum av bókini, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Hoyr alla samrøðuna við Katrin Ottarsdóttir her.