Nón

Nón 29.10.19 - Tematýsdagur um psykiatri
29-10-2019
Nú Psykiatriski depilin fyllir 50 ár viðgerða vit psykiatriska økið í Føroyum í fortíð, nútíð og framtíð.

Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðani psykiatriin í Føroyum fór til verka, og fólk við sálarligum avbjóðingum sostatt fingu viðgerð í Føroyum heldur enn at verða send av landinum. 

Hetta verður hátíðarhildið á tiltaki í Smæruni, ið landssjúkrahúsið skipar fyri, og í Nón varpa vit hesuferð ljós á psykiatriska økið.

Men hvussu var at arbeiða í psykiatriini fyri hálvari øld síðani? Vit hitta Marin Samuelsen og Petry Olsen.
Eyðun Joensen gjørdist sálarfrøðingur fyrst í sjeytiárunum. Hvussu minnist hann árini í føroysku psykiatriini?

Eisini børn hava sálarligar avbjóðingar, og hetta evnið tosa vit við Annu Elisabeth Iversen, leiðandi sálarfrøðing, um.
Vit skifta eisini orð við Tórmóður Stórá, ið er leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, um eitt nú hvussu psykiatriin í Føroyum hevur tað í dag.

Hvussu kunnu orð og mátin vit tosa uppá, vera við til at mynda fatanina av sálarsjúku og fólkum við sálarligum avbjóðingum? Hesin er ein av spurningunum, sum vit seta Káru Bjarnadóttir Jacobsen, ið er cand.mag í retorikki.

Tvey fólk, sum kenna til psykiatriska økið og til tað at hava sálarligar avbjóðingar, eru Pól Huus Sólstein og Anna Nolsøe Joensen, sum vit fáa orðið á seinast í sendingini.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022