Nón

Psykiatri 50 ár: Tær vóru við frá fyrsta degi
30-10-2019
Petry Olsen og Marin Samuelsen vóru sjúkrasystrar, tá Árni Olsen lat upp fyrstu psykiatrisku deildina í Føroyum

- Eg hevði ikki verið tann sami persónurin, um eg ikki hevði arbeitt í psykiatriini, sigur Marin Samuelsen, sum er 82 ár.

- Hetta hevur verið eitt fantastiskt arbeiðspláss, sigur Petry Olsen, sum er 74 ár.

Tær báðar vóru sum sjúkrasystrar við frá fyrsta degi, tá ið fyrsta psykiatriska deildin við Árna Olsen sum leiðandi yvirlækna lat upp fyri 50 árum síðan. Og tær arbeiddu har alt sítt arbeiðslív - og meira afturat. 

Tær eru einastu sjúkrasystrarnar, ið byrjaðu, sum eru eftir á lívi. 

Vit siga, at psykiatriini í Føroyum er 50 ár, tí tann 29. oktober 1969 lat fyrsta psykiatriska deildin upp á Statshospitalinum, sum tað kallaðist. Ella hjá Árna, sum tað æt í mannamunni. 

Tey, sum byrjaðu á fyrstu psykiatrisku deildini, vóru:

Árni Olsen, yvirlækni, Tordis Johannesen, skrivari, Anna Maria Brandt, yvirsjúkrasystir, Signhild Johannesen, deildarsjúkrasystir, Margreth á Rógvu Nielsen, sjúkrasystir, Marin Samuelsen, sjúkrasystir, Anna Debess Nysted, sjúkrasystir, Petry Olsen, sjúkrasystir, Jonhard Egholm, pleygari, Kurt Holst Jensen, pleygari, og Jan Ehlers, pleygari.

Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Marin Samuelsen og Petry Olsen her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022