Nón

Nýggj bók um kyn og kynsamleikar
14-11-2019
Endamálið við bókini "Ver tú" er at upplýsa børn og ung um kynsfatan, kærleika og familjur, sigur Julia Rutt Petersen, ið hevur týtt til føroyskt

"Ver tú" er nýggj bók, týDF til føroyskt, ætlað børnum og ungum. Sum undirheitið sigur, er talan um eina handbók um kynsfatan, kærleika og familju.

Í fororðinum stendur, at endamálið við bókini er at gera tað lættari at greiða børnum frá um kynsamleika, kærleika og margfeldi í familjum, og at rætta eina hjálpandi hond í at uppala børn, ið góðtaka seg sjálv og onnur.

"Í Føroyum mangla vit orð at tosa um eitt nú ymsar kynsamleikar, og tí er eitt av endamálunum við at týða bókina til føroyskt, at geva føroyingum orð, at tosa um hesi viðurskiftini við", sigur Julia Rutt Petersen, ið hevur týtt bókina til føroyskt. Hon heldur eisini, at tørvur er á meira upplýsing um eitt nú kyn og kynsamleikar í Føroyum. Julia hevur lisið málfrøði og filmsvísindi á Fróðskaparsetrinum í Malmø og Lund, og undirvísur nú á miðnámsskúla í Malmø.

Hon ásannar, at bókin nemur við eitt umstrítt evni í Føroyum, og væntar, at bókin fer at hava við sær kjak.

Tað er Jonathan Branfmann, ið undirvísur í kynsamleika, seksualiteti og rasu á Ohio universtitetinum, ið hevur skrivað bókina. Og Julie Benbassat, ið lesur myndlýsing á Rhode Island School of design hevur myndprýtt. 

Tað er forlagið "Ungu Føroyar" við Turið Sigurðardóttir, ið gevur bókina út, og bókin er til sølu í Gamla Bókahandli.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022