Nón

Víngarðurin sameinir dygdarlist við gott vín
14-11-2019
"Tað góða lívið" hongur yvir Víngarðinum, har Elsa Maria Olsen og Kinna Poulsen syrgja fyri, at fólk fáa okkurt gott til góman - og eyguni

- Hetta kemur frá einum gomlum dreymi at hava mín egna víngarð, sigur Elsa Maria Holm Olsen, sum eigur Víngarðin, ein lítil vínbarr í Tróndargøtu mitt í Havnini.

Á veggjunum beint nú hongur list eftir eitt nú Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen. Kinna Poulsen velur út listaverkini, og ætlanin er at hava einar 6-7 nýggja framsýningar um árið.

- Eg havi kuraterað nógvar framsýningar í ymsum støðum, men eg hevði eisini ein sovorðnan dreym um at hava mítt egna listastað, sigur Kinna.

Dreymurin hjá vínkennaranum og tí listakønu rann saman til nýggja Víngarðin, har tær síggja nógvar ætlanir fyri framman.

Hoyr samrøðuna við Elsu Mariu og Kinnu her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022