Nón

Hósdagsgestur: Sólrún Michelsen
21-11-2019
Nýggja skaldsøgan tekur útgangsstøði í eini familjusøgu

- Tað var rein tilvild, at eg gjørdist rithøvundur.

Tað sigur Sólrún Michelsen, sum nú gevur út sína triðju skaldsøgu, Ein táttur er silvur.

Talan er um eina søguliga lagnuskaldsøgu, har Sólrún tekur útgangsstøði í sínari egnu familjusøgu, men annars bryggjar víðari og skapar eina spennandi søgu.

Ein syrgiligur tilburður setir gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur, pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógvuliga ymiskt. Hetta verður flættað inn í søguligar rembingar og gerandislív seinast í 19. og fyrst í 20 øld.

Øll samrøðan við Sólrúna, har vit eisini tosað við hana um hennara ritverk og tilgongd til tað at skriva, kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022