Nón

Nón 03.12.19 - Tematýsdagur um 2010'ini
03-12-2019
Vit nerta við nøkur av rákunum, sum eyðmerktu tíggjuáraskeiðið, ið syngur síðsta vers.

Hvat hevur eyðkent farnu 10 árini, nú vit skjótt skriva 2020?

Hvørjar hendingar á politiska og samfelagsliga økinum standa eftir? Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Reyðakrossi, og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hugleiða um tað.

Hvørji rák eru hend á altjóða og føroyska tónleikapallinum hesi árini. Vit tosa við Knút Háberg Eysturstein.

Talgilding, sosialir miðlar og globalisering eru í øllum førum trý hugtøk, sum hava sett dám á 2010'ini. Hvussu hava fólk uppliva hesi rák; vit tosa við Tóru Petersen, sálarfrøðing, sum hevur skipað fyri Lurtivarðhaldum hvørt ár síðan 2009.

Hvussu hevur tøknin ávirkað samfelagið og okkara lív. Vit skifta orð við Rúnar Reistrup, master í informatiónsvísindum, og Pætur Dahl, filosoff og miðlafrøðing.

Í dag minnast vit "tíggjuni" í politikki, tilveru og tónleiki.

Sendingin kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022