Nón

Simme er tann stóri slóðarin
17-01-2020
Tónleikurin heldur móti tíðarinnar tonn. Tað er niðurstøðan hjá Bjørn Hentze Bech og Suna Merkistein, sum báðir hava fingist við okkara tónleikasøgu

Eg eri ógvuliga fegin, men hetta lá als ikki í kortunum tá, sigur Simme Arge Jacobsen, sum í vikuni fekk Heiðursgávu landsins fyri sítt slóðbrótandi virksemi fyri føroyskan popptónleik.

Og at Simme er slóðarin fram um aðrar, eru Suni Merkistein og Bjørn Hentze Bech sannførdir um.

Suni Merkistein gjørdu sendirøðina "Minnist tú enn?" um søguna hjá rútmiskum tónleiki í Føroyum, og Bjørn Hentze Bech ger sendingina Afturljóð, sum spælir og viðger eldri tónleik.

- Eg havi bara bíðað eftir hesum; hetta mátti koma. Tað er upplagt, at hann fær hesa stóru virðislønina, sigur Suni Merkistein.

- Hann hevur veruliga uppiborið tað, tí hann er hesin stóri slóðbrótarin, og tað er øgiliga nógv, sum liggur eftir hann, sigur Bjørn Hentze Bech.

Teir báðir seta Simma inn í ein søguligan samanhang, og teir meta um dygdirnar í hansara verki.

Vit fáa eisini orðið á Simma sjálvan, sum er ógvuliga eyðmjúkur um heiðurin, hann hevur fingið.

Innslagið kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022