Nón

Føroyskir hungursleikir á heimsútgávudegnum
22-05-2020
Hunger Games halda fram - eisini á føroyskum

- Hetta er væl skrivað, tað er spennandi og riggar væl á føroyskum, sigur Anny Poulsen, hungursleikafjeppari.
Sama dag sum nýggja bókin í røðini Hunger Games kom út á enskum og øðrum málum um allan heim, kom hon eisini út á føroyskum máli.
Tað hevur verið ein heilt serstøk uppliving hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur skrivað undir eina rúgvu av skjølum um tagnarskyldu, eins og Bergur hevur skrivað fleiri kotur fyri at sleppa til ógvuliga loyniliga handritið.
Hungursleikir, ella Hunger Games, hevur verið tað heilt stóra hittið hjá teimum ungu um allan heim, og serliga filmirnir hava fingið serstakliga góða móttøku.
Higartil eru tríggjar bøkur útkomnar, og nú byrjar eitt nýtt tríverk, har farið verður aftur í tíðina.
Anny Poulsen hevur lisið tær fyrstu tríggjar Hunger Games-bøkurnar á enskum, og nú bókin kom út á heimsútgávudegnum, lesur hon Hungursleikir á føroyskum fyri fyrstu ferð. Henni dámar betur bøkurnar enn filmarnar.
Hoyr Anny umrøða Hungursleikir, og Silju Aldudóttir frá BFL og Berg Rasmussen týðara greiða frá tilgongdini at geva Hungursleikir út á føroyskum á sjálvum heimsútgávudegnum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022