- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Nógv kjak hevur verið um ætlanirnar hjá uttanríksmálaráðharranum um sendistovu í Jerusalem. Nógv tala at, men tað eru eisini fleiri føroyingar, sum treytaleyst elska Ísrael. Vit spyrja formannin í vinafelagnum Føroyar-Ísrael, hví Ísrael liggur teirra hjørtum so nær.
Árliga kristiliga legan Teen Street, sum vanliga verður hildin í Týsklandi, er avlýst. Nú verður hon í Føroyum, tí 20 samkomur hava tikið seg saman um at hava leguna. Meira um tað seinni í sendingini.
Kolbrún í Haraldsstovu hevur sína fyrstu fernisering. Hon hevur lisið lívfrøði, og tað setir sín dám á list hennara.
Og so práta vit eisini við MFS og landsverk um átakið, Betong DNA. Sum hevur til endamáls at hyggja nærri at, hvørji atlit verða tikin til menniskju, tá bygningar verða bygdir