Nón

Nú skal gongd setast á tjóðleikhúsið
26-10-2020
Ólavur Jøkladal, sum er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum, fer eisini eftir at finna semju á leiklistaøkinum sum skjótast

- Tað verður arbeitt seriøst við hesum í løtuni.

Ólavur Jøkladal er nýggjur formaður í Leiklistaráðnum, og sum slíkur hevur hann sæti í bygginevndini fyri tjóðleikhúsið, sum so nógv hevur verið tosað um.

Nýggi formaður í Leiklistaráðnum sigur, at stutt eftir mánaðarskiftið verður ein dagførd byggiskrá fyri lovaða tjóðleikhúsið almannakunngjørd, og síðan verður ein kapping um staðseting útskrivað fyri, hvar tjóðleikhúsið skal vera.

Byggiskráin inniheldur millum annað ein stóran pall, ein minni pall og ein meiri smidligan pall, sum kann flytast.

Sum nýggjur formaður í Leiklistaráðnum hevur Ólavur Jøkladal eisini sett sær fyri at fáa semju á leiklistaøkinum, sum í løtuni er í kreppu, tí Leiklistafylkingin boykottar Tjóðpall Føroya. Ólavur Jøkladal fer at gera sítt til at fáa partarnar at tosa saman aftur og finna semju, sigur hann, men er ikki meira ítøkiligur í løtuni.

Hoyr alla samrøðuna við Ólav Jøkladal her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022