- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Útgávan eitur 1902, tí flestu sangirnir eru útsetingar av løgum, sum eru funnin á upptøkum frá 1902 av sangarum ymsastaðni úr Føroyum.
Soleiðis sigur Unn Paturson, sum eigur allar útsetingarnar á fløguni 1902 hjá KATA, sum eisini telur Arnfríð Lútzen, Guðrið Hansdóttir, Biritu Adelu Davidsen og Eyð Steinbjørnsdóttir.
Tað var danski tónleikasøgufrøðingurin Hjalmar Thuren (1873-1912), sum ferðaðist um oyggjarnar og tók føroyskar sangarar upp á fonografiskar sylindarar í 1902.
Kvinnukvintettin Kata er eisini kent fyri at syngja bulgarskan fólkatónleik, og tær hava áður givið út Tívils døtur.
Hoyr samrøðuna við Unn Paturson. Vit hoyra eisini nøkur løg frá nýggju fløguni, eins og vit hoyra dømi um upptøku hjá Hjalmar Thuren.