Nón

Hvalbingar hava harða húð
12-01-2021
Alt ger mun: Hvalbiarsøga er komin út í bók.

- Hvalbingar eru eitt ótrúliga arbeiðssamt fólk. Tað er eitt fólk, sum hevur ófatuliga harða húð og hevur verið ígjøgnum nógv.

Soleiðis sigur Jens Hákun Leo, sum hevur skrivað bókina "Alt ger mun - eitt stutt brot úr Hvalbiarsøgu".

Bókin er 461 síður til longdar og snýr seg millum annað um gomlu landbúnaðarbygdina, um kolið í Hvalba, trúarlív, sjórænaraálop, tunlar, skúla og framburð, Lítla Dímun og Royn.

Hoyr samrøðuna við Jens Hákun Leo her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022