Nón

Fyribilsni - vinn tríggjar Underbergarar
11-03-2021
Fyribilsni er heiti á nýggjum yrkingasavni hjá Tóroddi Poulsen, sum hevur hug at útskriva eina kapping um heitið Fyribilsni

Kanska skuldi eg útskrivað eina kapping, har tann, sum hevur besta boðið, kann vinna eina bók - og tríggjar Underbergarar.

Tóroddur Poulsen vil ikki avdúka, hvat hann leggur í heitið Fyribilsni, sum er tittulin á hansara nýggja yrkingasavni.

Fyribilsni er ein samanrenning millum hjáorðið "fyribils" og navnorðið "bilsni". Eitt týpiskt Tóroddskt orðaspæl, sum kanska leggur upp til at undrast eina løtu. Men hann hevur lovað sær sjálvum einki at avdúka, fyrr enn eini 100 boð eru komin inn, sigur hann.

Í yrkingasavninum er Tóroddur í góðum formi. Hann yrkir um veðrið, um dreymar, um at skriva, um barndómsminnir og longsul, og so fyllir deyðin rættiliga fitt. Sjálvur sigur hann seg vera illa fyri fyri tíðina, tí hann er koppsettur fyri korona. Tíverri fær hann ikki sama uppmerksemi um tað sum Carli, sigur hann eitt sindur speirekandi við okkum eftir samrøðuna.

Hinvegin dámar honum einki orðið spei um sínar yrkingar.

Fleiri ummælarar hava sagt, at mínar yrkingar eru spei. Tað eru tær ikki. Tær kunnu vera ironiskar, men tað er nakað heilt annað.

Hoyr alla samrøðuna við Tórodd Poulsen her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022