- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tað er fínt, tað er fínt!
Jógvan Isaksen er sum so mong onnur spentur, nú hansara bøkur um Hannis Martinsson verða til stóra altjóða sjónvarpsrøð.
Tað byrjaði við Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sum kom út í 1990, og líka síðan eru krimibøkurnar komnar ár um ár á einari langari røð.
Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið til filmsrøðina við støði í bókunum hjá Jógvani Isaksen. Og hann hevur gjørt krimihøvundanum greitt, at tað verður ikki ein beinleiðis endurtøka av hansara bókum.
- Mínar bøkur eru eitt slag av karmi og íblástri til tað, sum fer fram. Tað verður ikki ein filmatisering av bókunum sum so, men av tí heiminum, sum bøkurnar skapa, sigur Jógvan Isaksen.
Sjálvur er Jógvan Isaksen er ikki spurdur eftir, nú hansara krimibøkur verða til film. Og tað hevur hann tað fínt við, hóast nógv verður broytt.
- Longu frá byrjan havi eg fingið at vita, at filmurin fer at dagføra hendingarnar. Fyrsta bókin kom í 1990, og nú eru tað gott 30 ár seinni. Tað, sum nú fer at fara fram í TROM, fer fram í dag, sigur Jógvan Isaksen.
Framleiðari í Trom er Jón Hammer. Leikstjórar eru Kasper Barfoed og Davið Óskar Olafsson.
Hoyr alla samrøðuna við Jógvan Isaksen, íblástrarkeldan til TROM, sum verður tikin upp í hesum døgum. Samrøðan var í Nón í februar.