- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tað er kanska fyri at gera upp við hesa vanligu fatanina av maskuliniteti. Hvat tað vil siga at vera maður, og hvussu vit tosa um kynslív.
Soleiðis sigur Beinir Bergsson, sum hevur útgivið sítt seinna yrkingasavn, Sólgarður. Umframt ymiskt annað, so granskar yrkingasavnið samkyndan erotikk.
Sólgarðurin er eitt veruligt stað, sum omman gjørdi sær í Sørvági. Eitt stað, har tú kanst finna frið. Eisini í yvirførdum týdningi. Og yrkingasavnið umrøður nógv um gróður og blómur, ið vera nevndar við navnið, og savnið hevur eina inniliga virðing fyri ommuni og abbanum.
Men hóast yrkingasavnið tekur støði í nøkrum veruligum, sigur høvundurin, at yrkingasavnið ikki skal lesast biografiskt.
- Tað vit lesa, verður ofta uppfatað biografiskt, men tað er so sera umráðandi, at eg kann lata mín privatpersón liggja heima og leggja eitt annað menniskja fram, tí verkið er so nógv meira enn bara eg.
Hoyr alla samrøðuna við Beinir Bergsson her.