- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tann 24. og 25 apríl verður skipað fyri skeiði í Stand Up-komediu á Reinsarínum í Havn. Stand Up er eitt slag av undirhaldi, sum hevur verið frammi í nógv ár, men í Føroyum hava vit ikki sæð so nógv til tað, tó at okkurt av tí, sum hevur verið frammi seinnu árini, kann bólkast sum Stand Up, har eitt fólk stendur einsamalt á pallinum við einari mikrofon og einum vantglasi og sigur frá ymsum skemtiligum gerandishendingum.
Sjúrður Skaale og Bárður Persson eru tveir av trimum, ið skulu undirvísa á hesum skeiði, og í tí sambandi vitjaðu teir í Kringvarpinum, har tosað var um skemt og spei í allarbreiðastu merking.
At skula forklára, hvat gott skemt er, ella góður humor, er ikki so lætt, heldur Sjúrður Skaale. Tað er nakað sum at skula forklára fólki, hvat sex er. Tað lættasta er at uppliva tað, sigur hann.
Hoyrið samrøðuna her