Nón

Tá ið ummælarar pallseta seg sjálvar
23-03-2021
Paula Gaard hevur vart phd-ritgerð um støðuna hjá ummælum og ummælarum

Tað leikaði ofta hart á, tá ið bøkur vóru ummæltar í Føroyum árini millum 1997-2007. Eitt nú vóru kvinnubókmentir av summum sagdar at vera vánaligar, og onkur fekk beinleiðis at vita, at hon skuldi gevast at skriva.

Ein orsøk var, at onkrir rithøvundar, sum ummæltu aðrar rithøvundar, pallsettu seg sjálvar. Samstundis sum teir søgdu kvinnubókmentirnar vera ov vánaligar, pallsettu teir seg sjálvar sum góðar rithøvundar. Hinvegin sást, at aðrir ummælarar reistu seg og vardu kvinnurnar, sum skrivaðu um onnur evni enn menn.

Hetta er ein av áhugaverdu eygleiðingunum í phd-ritgerðini "Verjurøða ummælarans", sum bókmentafrøðingurin Paula Gaard nú hevur vart á Fróðskaparsetrinum. Andmælingar vóru Erik Skyum-Nielsen, lektari, Dagný Kristjánsdóttir, professari, og Malan Marnersdóttir, professari. Vegleiðari var Turið Sigurðardóttir.

Paula Gaard hevur kannað bókaummæli í Føroyum eitt tíggjuáraskeið, og ritgerðini hevur heitið "Verjurøða ummælarans" við undirheitinum "sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007".

Hoyr samrøðuna við Paulu Gaard her.

Paula Gaard við ph.d.-prógvi, blómum og Maluni Marnersdóttir, professara og andmælingi, við sína lið (Foto: Brynhild Thomsen)

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022