- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tey ríku gerast ríkari, og hini standa í stað ella eiga minni so sum tíðin líður. Hetta rák hevur verið sterkt galdandi seinnu árini, og sjálvt ein alheims kreppa sum korona, hevur ikki broytt støðuna.
Valdsmikil og rík fólk hava lyndi at seta seg sjálv uttanfyri vanliga samfelagið og taka sær eitt frælsi, sum ikki samsvarar við vanliga lívsfatan. Vit umrøða støðuna saman við Suna Poulsen, sálarfrøðingi.
Kann ein hvítur umsetari umseta ein littan rithøvund, ella í hvussu stóran mun skal ein umsetari líkjast, ella hava somu royndir og meiningar, sum rithøvundurin, ið hann umsetir?
Vit skifta orð við Marnu Jacobsen og Jákup Sørensen, týðarar, og Sigri Gaini, phd-lesandi í politiskari filosofi, og spyrja millum annað hvat skal til fyri at týða, og hví kjak um umseting er komið á breddan.
Hoyrið sendingina her