Nón

Valdmikil og rík fólk liva sítt egna lív
26-03-2021
Tað er ikki ókent, at nógv fólk broyta atburð, tá tey fáa vald. Men broytingin hendir skjótari enn vit higartil hava hildið

Hyggja vit at allari klótuni, so vísir nýggjasta frágreiðingin hjá altjóða viðurkenda hjálparfelagsskapinum Oxfam Ibis, "Time to care", at 2.153 tey ríkastu fólkini í heiminum eiga meira enn tveir triðingar av øllum ognunum í heiminum - altso meira enn 4,6 milliardir fólk eiga.
Ójavnin er ikki blivin minni av koronakreppuni, sum bert ávirkaði partabrævakursirnar negativt eitt lítið tíðarskeið í mars-apríl í fjør, fyri síðani at veksa nógv aftur.
Tá fólk fáa vald ella ogna sær ovurstórt ríkidømi, broyta nógv teirra atburð. Tey seta seg sjálv uttanfyri vanliga samfelagið og fylgja ikki virðurkendum reglum og mannagongdum.
Vit tosa við Suna Poulsen, sálarfrøðing, um nýggjastu granskingina á økinum.
Hoyrið samrøðuna her

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022