Nón

Nón 26. mars 2021
26-03-2021
Krossurin á Høganesi. Tragiska komedian vitjar aftur. Hinumegin Ringvegin sum LP. Høgnatáttur.

Er tað í lagi at seta ein 17 metrar høgan marglittan kross á eitt fjall í Guds fríu náttúru, ella skulu vit varða okkum fyri religiøsum symbolum í almenna rúminum. Og er ein krossur yvirhøvur list? Poul Guttesen, phd í religión, og Kinna Poulsen listaummælari skifta orð um nógv umrødda krossin á Høganesi.

Leikurin Tann komiska tragedian við Olafi Johannesen, sum varð sýndur fyri fullum húsum nakrar fáar ferðir í desember, er nú aftur á skránni. Hesaferð í Løkshøll og Norðurlandahúsinum.

Hinumegin ringvegin, sum kom út sum fløga og kasettuband fyri 30 árum síðan, er nú endurútgivin sum LP-pláta. Men tað er ikki Kári P. sjálvur, sum hevur tikið stigið. Tað var plátu-entusiasturin Poul Davidsen, sum vendi sær til Tutl.

Og so tekur Høgni Djurhuus samanum vikuna, ið fer, í speiska Hágnatátti sínum.

Hoyrið sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022