Nón

Kjak: Krossur á Høganesi má viðgerast gjølla
28-03-2021
Poul Guttesen og Kinna Poulsen kjakast um høga krossin á Høganesi

Skal almenna rúmið listprýðast við religiøsum symbolum? Er tað lagi at seta ein 17 metrar høgan, marglittan lýsandi kross, sum sæst í allar ættir, út í náttúruna? Og kann ein krossur vera list?

Kinna Poulsen, listaummælari, sum undirvísir í list á Glasi, og Poul Guttesen, phd. og lektari í religión, skifta orð um 17 metrar høga krossin, sum ætlanin er at seta upp á Høganesi.

- Tá ið hoyrdi tað, mátti eg líka kekka dato á telefonini, tí eg helt tað vera fyrsti apríl; so ógvusligt helt eg, tað ljóðaði, sigur Kinna Poulsen.

- Eg byrjaði við at hugsa JA, men tað var kanska áðrenn, eg visti hann var seytjan metrar høgur, sigur Poul Guttesen.

Størst týdning halda tey vera kjakið, sum krossurin førir til. Hoyr tey bæði viðgera høga krossin á Høganesi, tey grundgeva bæði fyri og ímóti, men bæði eru samd um, at hetta má viðgerast væl og virðiliga.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022