- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Gunnar Hoydal andaðist 14. apríl, 79 ára gamal. Gunnar var fjølgávaður maður, sum hevði stóra ávirkan á føroyskar bókmentir, byggilist og tjóðarbygging.
Hvussu var Gunnar Hoydal sum arkitektur. Tað práta vit við Eyðun Eliasen, arkitekt um.
Gunnar hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og sangir. Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, lýsir Gunnar sum rithøvund.
Gunnar skrivaði tekstin, tá ið Skeyk sum fyrsti føroyski sangleikurin var settur á pall. Vit hitta tónasmiðin Niclas Johannesen og spyrja hann, hvussu Gunnar var at arbeiða saman við.
Rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen takkar Gunnari fyri leiklutin sum kveikjari. Vit spyrja Oddfríð, hvussu Gunnar stimbraði hann at skriva.
Hoyr alla Nón, sum hesa ferð burturav snýr seg um mentamannin Gunnar Hoydal.