Nón

"Skál" er ein rúmligur og poetiskur filmur
26-04-2021
"Skál" lýsir persónligan tvídrátt listarliga úr sjónarhorninum hjá ungari listakvinnu, heldur filmsumrøðari

Leygardagin varð nýggi dokumentarfilmurin "Skál" frumsýndur á stóra, danska filmsfestivalinum CPH:DOX.

"Skál" hevur longu fingið viðurkenning, tí hann er í uppskotið til tvær heiðurslønir á filmsfestivalinum: høvuðsheiðurlønina Dox:award, har 15 filmar úr øllum heiminum eru útvaldir, og heiðurslønina Politiken danish dok:award, sum er kapping fyri danskar filmar burturav. Filmurin hevur eisini verið umrøddur í føroyskum og donskum miðlum.

Filmurin er leikstjórnaður av donsku Cecilie Debell og føroysku Maria Tórgarð, og snýr seg um ungu føroysku listakvinnuna Daniu O. Tausen, og tvídráttin og ivan hon er í, tí hon ferðast í og stendur ímillum tvey ymisk umhvørvi - eitt andaligt umhvørvi í hennara heimbygd og eitt sekulert býar- og ungdómsumhvørvi í Havn. Filmurin er eisini um parlagið millum hana og listamannin Trýgva Danielsen við listanavninum Silvurdrongur.

"Talan er um ein listarligan dokumentarfilm, sum lýsir kenslurnar, ivan og tvídráttin, sum Dania kennir, tí hon stendur ímillum tveir heimar - andaliga umhvørvið í heimbygdini, og meira verðsliga ungdómslívið í Havn. Filmurin lýsir á ein persónligan og poetiskan hátt innara stríðið hjá Daniu fyri at sleppa at verða tann hon er, og kunna siga tað hon vil - eisini í andaliga umhvørvinum, hagani hon kemur. Filmurin snýr seg tó ikki bert um tað andaliga, men um millum at vera ungur og finna seg sjálvan, og um fleiri aðrar alment menniskjasligar kendslur. Talan er tí um ein persónligan, kenslubornan film, heldur enn ein samfelagsrevsandi dokumentar, ið lýsir umhvørvi rundan um høvuðspersónarnar", sigur Herman Eliassen, filmsummælari.

Hermann Eliassen heldur, at evnini, ið filmurin viðgerð, tala til nógv ung í Føroyum. "Men filosofisku spurningarnir og evnir sum iva, kærleiki, trúgv, meiningin við lívinum og sambond millum menniskju, kunnu fólk í øllum aldursbólkum fyrihalda seg til", sigur hann.

"Vit hava ikki sæð ungdómsmentan í Føroyum verða viðgjørda uppá ein slíkan máta fyrr, og tað ger filmin viðkomandi og áhugaverdan", heldur Herman Eliassen"

Lurtið eftir allari umrøðuni av filminum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022