- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Leygardagin varð nýggi dokumentarfilmurin "Skál" frumsýndur á stóra, danska filmsfestivalinum CPH:DOX.
"Skál" hevur longu fingið viðurkenning, tí hann er í uppskotið til tvær heiðurslønir á filmsfestivalinum: høvuðsheiðurlønina Dox:award, har 15 filmar úr øllum heiminum eru útvaldir, og heiðurslønina Politiken danish dok:award, sum er kapping fyri danskar filmar burturav. Filmurin hevur eisini verið umrøddur í føroyskum og donskum miðlum.
Filmurin er leikstjórnaður av donsku Cecilie Debell og føroysku Maria Tórgarð, og snýr seg um ungu føroysku listakvinnuna Daniu O. Tausen, og tvídráttin og ivan hon er í, tí hon ferðast í og stendur ímillum tvey ymisk umhvørvi - eitt andaligt umhvørvi í hennara heimbygd og eitt sekulert býar- og ungdómsumhvørvi í Havn. Filmurin er eisini um parlagið millum hana og listamannin Trýgva Danielsen við listanavninum Silvurdrongur.
"Talan er um ein listarligan dokumentarfilm, sum lýsir kenslurnar, ivan og tvídráttin, sum Dania kennir, tí hon stendur ímillum tveir heimar - andaliga umhvørvið í heimbygdini, og meira verðsliga ungdómslívið í Havn. Filmurin lýsir á ein persónligan og poetiskan hátt innara stríðið hjá Daniu fyri at sleppa at verða tann hon er, og kunna siga tað hon vil - eisini í andaliga umhvørvinum, hagani hon kemur. Filmurin snýr seg tó ikki bert um tað andaliga, men um millum at vera ungur og finna seg sjálvan, og um fleiri aðrar alment menniskjasligar kendslur. Talan er tí um ein persónligan, kenslubornan film, heldur enn ein samfelagsrevsandi dokumentar, ið lýsir umhvørvi rundan um høvuðspersónarnar", sigur Herman Eliassen, filmsummælari.
Hermann Eliassen heldur, at evnini, ið filmurin viðgerð, tala til nógv ung í Føroyum. "Men filosofisku spurningarnir og evnir sum iva, kærleiki, trúgv, meiningin við lívinum og sambond millum menniskju, kunnu fólk í øllum aldursbólkum fyrihalda seg til", sigur hann.
"Vit hava ikki sæð ungdómsmentan í Føroyum verða viðgjørda uppá ein slíkan máta fyrr, og tað ger filmin viðkomandi og áhugaverdan", heldur Herman Eliassen"
Lurtið eftir allari umrøðuni av filminum.