- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tónleikaleiðin hjá Rana Petersen - við listanavninum Reiley - er heldur óvanlig. Frá ongan tónleik at hava givið út hevur hann uppá fá ár fingið 11,1 millión fylgjarar á sosiala miðlinum TikTok, og í desember 2019 skrivaði hann undir sáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records. Alt hetta áðrenn hann hevði givið nakað lag út. Fyrsta staklagið - "Let it Ring" - kom út í mars í ár.
Rani er vorðin kendur gjøgnum sosialar miðlar - serliga gjøgnum TikTok, har hann hevur lagt stutt sjónbond út við brotum úr egnum sangum. Hann legði sítt fyrsta sjónband á Tiktok í 2019, og nærum øll sjónbondini hava sama einfalda útrykk; ein litføgur, einslitt bakgrund og so Reiley við sínum sermerkta, litfagra klædnastíli, hári og úttrykki. Hetta er eftir øllum at døma nakað, sum sera nógvum dáma - tí heili 124 milliónir hava dámað hansara TikTok síðu.
Tað er ikki bara úttrykkið hjá Reiley, sum er ørðvísi, men eisini hugburðurin. Á heimasíðu síni skrivar Reiley, at hann heldur seg vera føddan til at undirhalda, og eisini vil hann við sínum sertaka útrykki víðka mørkini fyri og ímyndina av, hvat ein mannligur popp-tónleikari er í 2021.
Reiley sigur, at hann vil liva av at gera tónleik og undirhalda fólk, og hann miðjar ímóti at sleppa heilt upp á popp-tindarnar.
Vit fingu orðið á Rana, sum í løtuni er búsitandi í London.