- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Hitt almenna hevur stóra skyldu til at tryggja føroyskt mentanarstarv, tí vit rokna hetta at vera eina av lívstreytunum hjá fólki okkara.
Soleiðis skrivaðu 23 tingmenn, tá ið teir í 1946 heittu á Føroya Løgting um at seta Mentanargrunn Føroya Løgtings á stovn. Mentanargrunnurin varð settur á stovn tann 6. mai 1946 og hevur sostatt virkað í samfull 75 ár.
Rói Patursson var formaður fyrstu átta árini í hesi øldini, Ingun í Skrivarastovu var forkvinna síðsta skeiðið, áðrenn Poul Guttesen, sum nú er formaður, tók við. Tey trý viðgjørdu Mentanargrunnin í sendingini Nón.
Tey eru samd um, at Mentanargrunnur Landsins, sum hann nú eitur, hevur havt ovurstóran týdning fyri føroyska mentan og tjóðarbygging, men hann skuldi havt størri játtan, tí nógvar umsóknir vera havnaðar, við tað at játtanin røkkur ikki longur.
- Kanska er tíðin komin, at gjørd verður ein ordilig ráðstevna um allan grunnin, sum hann er, og um allan hendan spurningin, hvussu vit skulu stuðla list, segði Rói Patursson, sum var formaður í átta ár.
Hoyr samrøðuna í Nón her.