Nón

Purisma er við til at rúmka um málið
18-05-2021
Nýggj bók eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara í málfrøði, viðger málsliga purismu søguliga og samtíðarliga

- Tá ið vit spurdu fólk, um vit eiga at gera nýggj orð fyri tøkuorðini, so svaraðu umleið tveir triðingar ja.

Føroyingar taka sum heild undir við purismuni. Hetta er ein av mongum áhugaverdum staðfestingum í nýggjari bók eftir Jógvan í Lon Jacobsen, sum nevnist "Purisma - føroysk orð ella orð í føroyskum."

Bókin snýr seg um føroyska purismu, bæði søguliga og samtíðarliga. Eisini er ein ástøðiligur partur um t.d. málvariatión, hugburð, normar og atlaging, umframt greiningar av trimum útvarpssamrøðum. Tann søguligi tráðurin gongur heilt aftur til tann klassiska retorikkin, tí vit síggja nøkur felags eyðkenni í retorikkinum og purismuni. Tann samtíðarligi parturin byggir í høvuðsheitum á kanningar um tøkuorð og nýggjyrði.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri hesum evninum. Tað er ikki nógv skrivað um purismu. Tað eru nógv ár síðan eg byrjaði at viðgera hetta, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, sum hevur undirvíst í purismu í nógv ár og tískil hevur granskað og fingið nógv tilfar til vega.

Sjálvur heldur Jógvan í Lon Jacobsen, at tað rúmkar málið, at tøkuorðini og nýggjyrðini - tað eru fremmandaorð og smíðað orð - liva lið um lið í málinum. Tað gevur møguleika fyri variatión, og at fólk laga málið til ta støðuna, tey eru í.

Hoyr alla samrøðuna við Jógvan í Lon Jacobsen her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022