Nón

Fútin stórtrívist í Føroyum
26-05-2021
Tað er ein hárfín javnvág, hvussu tú málber teg, um tú skalt fáa fólk við tær, heldur Michael Boolsen fúti, sum var gestur í Nón. Hoyr vangamyndina

 Eg trívist sera væl, mær dámar veðurlagið, hóast tað kundi verið heitari hesa tíðina. Mær dámar fólkið, og eftir at eg var í Føroyum í 1990-árunum, hugsaði eg ofta um at koma aftur.

Michael Boolsen, fúti, er vorðin ein álítandi klettur í koronutíðini. Sum formaður í Farsóttarnevndini er hann saman við hinum júst valdur til ársins almenna leiðara, og tá tað hevur leikað á, hevur hann verið í hvørjari stovu í landinum, har hann hevur givið føroyingum rís og rós.

Men hvør er Michael Boolsen. Tað fæst eitt innlit í, í hesi samrøðuni.

Michael Boolsen er uppvaksin á Sorø Akademi, tí pápin var lærari á kenda skúlanum og umsjónarmaður á Holbergs húsi, har nógvir føroyingar hava búð. Hann tók sjálvur studentsprógv á skúlanum, seinni gjørdist hann løgfrøðingur og ákæri. Miðskeiðis í 1990-árunum var hann í Føroyum sum fulltrúi - í djúpastu kreppu í nýggjari tíð. Og tað var hendan tíðin, sum gjørdi, at hann ynskti seg aftur til Føroya.

Fólk hava lagt til merkis, at hann frá fyrsta degi skilti føroyskt, men sjálvur heldur hann seg frá at tosa tað við onnur enn børn, tí tað ljóðar av "pommern til", sum hann málber seg.

Hóast hann sum fúti og formaður í Farsóttarnevndini er komin við ópopulerum áminningum og formaningum, so hevur hann mest sum bara møtt vælvild og góðynskjum, sigur hann.

Hoyr alla samrøðuna við Michael Boolsen her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022