Nón

Minni skrivað um kvinnur enn um menn
27-05-2021
Føroysk søguskriving skal rúma báðum kynum, men føroyskar kvinnur eru ov illa umboðaðar í okkara søgu, vísur søgufrøðingur á

Herfyri kom bókin "Kvinde kend din historie" út, sum danski søgufrøðingurin Gry Jexen hevur skrivað. Byrjanarstøði hjá henni var, at kvinnur eru ov lítið umboðaðar í danskari søguskriving, og í bókini verða søgurnar hjá útvaldum donskum kvinnum - kendum og ókendum - sagdar. Men hvussu stendur til við kvinnum í føroyskari søguskriving?

Sum heild er skrivað minni um kvinnur enn um menn í føroyskari søguskriving og líknandi tilfari, metir Elin Súsannu Jacobsen, søgufrøðingur. Hetta er helst tí at fleiri menn hava havt "týðandi" størv innan eitt nú politik og vinnulív enn kvinnur, men orsøkin kann eisini verða, at fáir kvinnuligir søgufrøðingar hava verið í Føroyum, heldur hon.

Hetta hevur við sær, at søgan um føroyskar kvinnur er minni fjølbroytt enn søguskrivingin um føroyskar menn. Tað kann hava týdning fyri vitanina um okkara søgu og samtíð, og hava týdning fyri virðingini fyri kvinnum og tí arbeiði tær søguliga hava framt, sigur Elin Súsanna.

Lurtið eftir innslagnum.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022