Nón

Nón 27. mai 2021
27-05-2021
Í Nón hesaferð práta vit við Yoko Matsumoto, Ásu Hátún og Elin Súsonnu Jacobsen.

"Søgur um ull" er nýggj bók, har Ása Hátún greiðir frá um ull og virkan av hesari. Bókin verður løgd fram í næstu viku, men vit vitja Ásu Hátún til eitt prát um føroyska ull og um bókina.

Herfyri kom bókin "Kvinde kend din historie" út, sum danski søgufrøðingurin Gry Jexen hevur skrivað. Byrjanarstøði hjá henni var, at kvinnur eru ov lítið umboðaðar í danskari søguskriving.
Men hvussu stendur til í føroyskari søguskriving. Er skrivað minni um føroyskar kvinnur enn um føroyskar, hví er tað so og hvønn týdning hevur tað?
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, greiðir frá.

Yoko Matsumoto fæst við ull og tekstil og hevur ein áhuga fyri Føroyum, sum byrjaði, tá hon las danskt í Japan. Har bar eisini til at kunna seg um Føroyar og føroyska mentan, og í hesum sambandi hitti hon oyggjarnar í Glataðu spælimonnunum, sum hon gjørdi av at vitja.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022